Brandur spyr um innsiglingina í Skopun


Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a


Fyrispurningur um grótkastið í Skopun, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)


1. Nær verður grótið í innsiglingini til Skopunar Havn ruddað burtur?


2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera neyðugu umvælingarnar á grótkastið í Skopun, og nær fer hetta arbeiðið í gongd?


Viðmerkingar:

Aftur í vetur uppliva tey, sum hava Teistan sum sín farveg til og frá arbeiði, at nógvar avlýsingar eru á leiðini.


Ein stórur partur av hesum avlýsingum er orsakað av, at nógv grót er í innsiglingini til Skopunar Havn, sum ger, at tað gerst ókyrrari og ótryggari at sigla inn. Harav fleiri avlýsingar.


Grótið, sum legst fyri innsiglingina, er grót, sum kemur úr grótkastinum, ið landið eigur. Grótkastið er seinastu árini byrjað at detta sundur, og nógv sjónlig sár eru í grótkastinum.


Hendan burturmáan er í støðum nú komin so langt, at komið er inn á smærru steinarnar í grótkastinum, sum dekkgrótið skuldi verja. Tað sigur seg sjálvt, at tá hetta er veruleiki, er bara spurningur um tíð, nær grótkastið fær sera stóran skaða. Spyrjaranum kunnugt, hevur Landsverk lagt úr hondum støðulýsing av grótkastinum, sum eigur at vera til taks hjá landsstýrismanninum.


Vetrartíð er ikki tíð at arbeiða við hesum, men um fáar mánaðir verður summarið aftur, og tí verður hervið gjørt vart við hesi vandaviðurskifti í góðari tíð, so at landsstýrið kann taka hædd fyri hesum alneyðuga spurningi fyri at tryggja landsins ognir og tryggja eitt nøktandi samband til Sandoynna inntil koyrandi er í Sandoyartunlinum.


Á Løgtingi, 17. januar 2019

Brandur Sandoy



Sandoyartíðindi á sa2.fo

0 views