Brandur spyr um ferðaseðlaprísirnar



Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclassen, landsstýrismann í samferðslumálum. Spurningur: 1: Ætlar landsstýrismaðurin at broyta prísásetingina at ferðast við SSL og við Tyrlutænastuni? Viðmerkingar: Vit hava í Føroyum í nógv ár prátað um at samfelagið fær ov lítið burturúr útlendskum ferðafólkum.

Hyggja vit eftir prísum ið vit gjalda fyri at brúka ferjur uttanlanda, tá vit eru úti í heimi og ferðast, so gerst beinanvegin greitt at prísirnir eru munandi hægri enn útlendsk ferðafólk rinda fyri millumoyggja sigling í Føroyum.

Tá tað kemur til tyrluflúgving er uppaftur størri munur, har prísirnir í Føroyum eru sera lágir fyri útlendingar.

Talan er um stórar inntøkurmøguleikar í einari øðrvísi prísáseting fyri útlendingar enn fyri føroyingar, men higartil er alt bara blivið til tos.

Tí verður landsstýrismaðurin biðin um at greiða frá ætlanum hansara á hesum øki. Brandur Sandoy, Tingmaður

19 views