BRANDUR SANDOY: Fólkaræðið má raðfestast hægri



Nú eru umleið 5 vikur farnar, síðani Løgmaður boðaði frá at landið skuldi niður í ferð, og lóggevandi vald okkara, Løgtingið, varð sent til hús uppá óbestemta tíð vegna smittuvandan av Korona-kríminum.


Hesar vikurnar hava tværreisur verið boð eftir Løgtinginum, at samtykkja Hjálparpakka 1 og 2.

Tingið hevur í hesi tíð virkað við skerdum tingmannatali, og hevur hetta sjálvandi stórar avbjóðingar við sær fyri fólkaræðið í Føroyum.


20 tingfólk hava fingið fundarboð hvørjaferð, og sum oftast eru tað tey tingfólkini sum skulu mynda nevndarviðgerðirnar av teimum ymsu málunum.


Flestu at hesum málum hava verið slík sum beind hava verið Trivnaðarnevndini, Vinnunevndini og Fíggjarnevndini, og tí hava tað í flestu førum verið tingfólkini ið hesum nevndum, sum hava møtt til viðgerðirnar av hesum málum.


Tá Hjálparpakki 1 fór ígjøgnum samdust allir flokkarnir frammanundan at koyra hendan pakkan ígjøgnum, og tí vórðu ongar innihaldsligar broytingar gjørdar í nevndunum. Tí hava øll tingfólk havt møguleikan at gera vart við síni sjónarmið innanhýsis og alment uppundir viðgerðina í Tinginum, og tí kunnu vit siga at hetta helst varð í lagi.


Tá hinvegin Hjálparpakki 2 fór ígjøgnum broyttist hendan støðan. Mannagongdin varð hin sama framtil nevndarviðgerðirnar, men hesuferð gjørdi m.a. Vinnunevndin munandi broytingar í innihaldinum av Hjálparpakka 2, áðrenn 2. viðgerð.


Hetta hevði við sær, at vit onnur tingfólk sum ikki sluppu á Ting hendan dagin, vóru forðaði í at føra hugsanir okkara fram á Tingi um broytingarnar ið komu frá Vinnunevndini, og heldur ikki fingu vit høvi at stemma fyri ella ímóti.


Ætlanin við Hjálparpakka 2 varð at hjálpa smáum fyritøkum serliga innan ferðavinnuna, og hesum tók eg sjálvur fult undir við.


Men nú málið er samtykt, kann sum eg lesi tað m.a ein 100-millióna fyritøka innan ferðavinnuna fáa hjálp úr felagskassanum, bara hendan fyritøkan hevur nógv ymisk rakstrarstøð at vísa á.


Hetta eru broytingar sum eru skræddaraseymaðar til eina fyritøku í Føroyum, sum hevði 15 mió kr í vinningi í fjør, sum í áravís hevur lagt alt undir seg, og sum er so rík at hon fyri 3 mánaðum síðani bjóðaði einum bónda 1 mió kr í hondina fyri at tiga og góðtaka at ein partur av hansara lendi varð brúktur til matstovuvirksemi. Eisini hevur hendan fyritøkan júst økt um eginpeningin við peningi frá uppisjóvarflotanum í Føroyum.


Hevði eg havt møguleikan hevði eg mælt ímóti hesum, men av tí at eg ikki slapp á Ting hendan dagin er mín rødd køvd.


So kann man spyrja um tað bilar nakað, málið hevði álíkavæl verið samtykt. Ja, helst, men sum fólkavalt tingfólk hevur hvør einstakur 1 av 33 røddum á Tingi, og tað er ikki uttan grund at hetta er so. Tað er ikki í lagi at m.a eg sum partur av politisku skipanini og stuðul undir samgonguni ikki havi møguleikan at ávirka tað sum samtykt verður.


Fokusið innan fjølmiðlaheimin hevur nú í 5 vikur verið uppá eittans økið, Korona-krímið og tess útbreiðslu í Føroyum. Alt annað fellur fullkomiliga í bakgrundina, og nú er tíð uppá at siga frá.

Samfelag okkara er sera fjøltáttað, og miðlarnir í Føroyum hava eina stóra uppgávu fyri framman, sum er at zooma út, lýsa onnur evni enn bara smittuna, tí tað er sera nógv ið fer óupplýst aftur við borðinum, tá fokus verður so smælt sum tað hevur verið farnu 5 vikurnar.


Sjóneykan kundi verið sett á demokratiska undirskotið ið viðgerðin í Tinginum hevur í løtuni, og hvørjar aðrar loysnir kundu verið gjørligar í hesum talgildu døgum, nú m.a ítróttarhallir standa tómar ið kanska kundu verið brúktar til eitt nú demokratiska arbeiðið. Tað skuldi verið munur á at havt 33 tingfólk inni í 100 fermetrum og í 1000 fermetrum.


Eg legði eisini til merkis, at dagin áðrenn Hjálparpakki 2 varð samtyktur, varð Jón Brian Vidtfeldt úti við lesarabrævið vegna Journalistafelagið, har hann heitti á Tingið um at tryggja miðlunum fult alment innlit í hvør varð umfataður av Hjálparpakka 2. Hetta taki eg fult undir við, tí at vandi er fyri at stór hol eru í tí sum samtykt varð.


Mín vón skal verða at formannskapurin í Tinginum finnur loysnir í hesum truplu tíðum, soleiðis at Tingið aftur sleppur fullmannað til arbeiðis aftur, og at tingið eisini fær virkað eftir ásetingunum í Tingskipanini ið er samtykt av Tinginum sjálvum. Tí hetta gongur ikki sum er.

Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin

36 views