Brandur er við í landsliðshópinum


Skálvíkingurin Brandur Hendriksson Olsen er imillum teir, sum í morgun eru úttiknir til landsliðið, ið skal spæla dystirnar móti móti Spania og Norra á Tórsvølli.


Á tíðindafundi í FSF-húsinum í morgun kunngørdi Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, hópin til næstu tveir dystirnar í EM-undankappingini.


Spaniólar koma á Tórsvøll fríggjadagin 7. juni, og bara tríggjar dagar seinni, mánadagin 10. juni, eru Føroyar vertir fyri norðmonnum.


Brandur kom fyrstu ferð á vøllin í A-landsdysti, tá Føroyar spældu móti Norður-Írlandi á Windsor Park í Belfast, tann 11. oktobur í 2014. Hann varð skiftur inn í seinna hálvleiki. Tríggjar dagar seinni var hann við frá byrjan, tá Føroyar spældu ímóti Ungarn á Tórsvølli.


Brandur hevur skotið trý mál í 16 dystum fyri føroyska A-landsliðið.





0 views