Brandan ger um seg


Fyri veður verður seinasti túrur úr Skopun kl. 18.35 og seinasti túrur av Gomlurætt kl. 19.10.. Siglt verður ikki út í Hest kl. 19.10 Galdandi 13-01-20.


Fyri veður avlýsir Teistin túrin úr Skopun kl. 06.45 og túrin 07.25 av Gomlurætt. Væntandi verður siglt úr Skopun úr 08.10. Galdandi 14-01-20.


Stormávaring er fyri havið um Føroyar


Eitt djúpt lágtrýst - "Brandan" - í útnyrðing úr Írland gongur norðeftir og dýpist. Lágtrýstið verður væntandi vestanfyri Føroyar í kvøld og verður liggandi har til í morgin, tá tað fer í ein útnyrðing. Tilhoyrandi brúgvaløg við vindi og regni verða liggjandi yvir Føroyum til týskvøldið.


Veðurvánirnar.


Í kvøld og í nátt verður nógvur vindur - upp í storm av suðri og útsynningi - í hvirlunum upp í ódn.


Fyrrapartin í morgin makar hann vindin nakað, niður í hvassan vind ella skrið við hørðum hvirlum.


Sandoyartíðindi á sa2.fo

93 views