Brúgvin á Skipabakka afturgjørd


Stórir skaðar hendu í Húsavík í ódnarveðrinum fyri einum mánað síðani. Millum annað fór brúgvin á Skipabakka so illa, at tað ikki hevur veið koyrandi um hana. Brunnurin, sum stóð beint heimanfyri brúnna bleiv eisini tikin av briminum.


Hesin skaðin er nú afturgjørdur og ein ordilig bakkaverja er eisini bygd har brunnurin stóð.


Tað er Tummas Pauli Olsen, sum hevur stað fyri arbeiðinum og afturat sær hevur hann havt Markus Clementsen og Rógva Sørensen.


Brynhild Sørensen eigur myndirnar



361 views