Borgarstjóri í 10 ár


Í dag eru 10 ár síðani Brandur tók við sum borgarstjóri á Sandi. Brandur bleiv valdur til borgarstjóra tann 26. oktobur í 2009, eftir at nýggjur meirluti var skipaður í Sands kommunu. Hann var afturvaldur á valinum í 2012 og í 2016. Eftir valið í 2016 boðaði hann frá, at hetta bleiv seinasta skeiði hjá honum sum borgarstjóri.


Brandur kom á ting sum varðamaður fyri Fólkaflokkin tá samgonga varð skipað í heyst.


Hvussu verður við borgarstjórasessinum tað sum eftir er til kommunuval verður aftur næsta ár, er í løtuni ikki heilt greitt.


Brandur hevur boðað frá, at hann ikki ætlar at røkja bæði tingsessin og borgarstjórasessin samstundis.


Annahvørt tekur varaborgarstjórin við leiðsluni meðan Brandur røkir tingarbeiði, ella skal kommunustýrið velja annan fyribils borgarstjóra.


Við in.fo sigur Brandur Sandoy:


"Eg vil hava, at bygdarráðið skal vera samt um at velja mín eftirfylgjara, eins og tey vóru, tá tey eftir seinasta kommunuval valdu meg. Um ikki, komi eg saman við varaborgarstjóranum at stjórna kommununi, til kommunuval hevur verið um eitt ár."

65 views