Bjargaðir úr tunlinum

Báðir persónarnir sum vóru staddir innanfyri brennandi agregati eru nú komnir út. Roykkavarar fóru inn í tunnlin og komu út aftur við teimum báðum persónunum. Teir hava tað eftir umstøðunum gott og verða við tyrlu fluttir á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Tað var í morgun at eldur kom í eitt agrigat umleið tveir kilometrar inni í tunlinum.
Enn er ikki tamarhald á eldinum og tí er heldur ikki greitt hvussu umfatandi skaðin er.
Politiið hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.