Birita Poulsen fekk heiðursløn


Fyrsta virðislønin á heiðurstiltakinum í Løkshøll í kvøld varð latin Biritu Poulsen, ið seinastu árini hevur prógvað seg sum sera gávaðan sopran.

Birita Poulsen er undir útbúgving til operasangara í Týsklandi, og hevur har fingið fleiri góð ummæli fyri sínar framførslur. Í Føroyum hevur hon frá heilt ungum árum gjørt vart við seg, til dømis í kappingini Stella Polaris.

Tað er eyðsýnt, at Birita Poulsen hevur viljan til at tvinna góðu sangevnini saman við hørðum arbeiði fyri áhaldandi menning. Fyri eggja ungu songkvinnuni til, fekk hon í kvøld serstøku virðisløn landsins.

Í grundgevingini stóð millum annað soleiðis:

Í Føroyum telist hon ímillum tey fáu, sum hava givið føroyingum upplivingar í klassiskum sangi og opera, og hon hevur soleiðis ríkað okkum tónleikaliga við framførslum sínum - bæði einsamøll og saman við øðrum.

Fyri klassiska sangin og operuna, sum Birita meistrar so væl, og fyri at kveikja og stuðla upp undir framhaldandi yrkisligu leiðina fær unga sopranin serstøku virðisløn landsins 2020.

Serstaka virðislønin er 50.000 kr., og hon verður latin listafólki, sum hevur víst serliga góðar gávur innan sítt øki, og fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.


Les meira her.

58 views0 comments