Bindisteinurin latin í summarbúnan
Tann víðagitni steinurin á Bartalstrøð á Sandi er nú ílatin til summari.
Tað eru nú nøkur ár síðani, at kvinnur á Sandi fingu hugskotið at binda uppá henda stóra steinin. Íblásturin er úr søgnini um gívrina, sum búði í Gívrinarholið.
Steinurin er blivin eitt tað mest vitjaða ferðamálið í Sandoynni.
13 views0 comments