BILREINS í Sandoynni


Í næstu viku ber til at fáa bilin væl og virðiliga reingjørdan í Sandoynni.


Bilreins er Føroya fyrsta flytføra bilvask. Teir koma á staði har bilurin er at gera arbeiðið. Við sær hava teir vatntanga, streym, trýstluft og dampreins og annars alt, sum brúkast skal í arbeiðnum. Hetta hava teir alt í bilinum. Tað einasta, sum viðskiftafólk skulu hugsa um, er at hava bilin opnan, so teir fáa gjørt sítt arbeiði.


Mánadagin kemur fyritøkan BILREINS suður. Teir vera her til mikudagin og pláss eru eftir, so enn ber til at bíleggja sær tíð. Tað kann gerast á heimasíðuni bilreins.fo ella við at ringja 355050

0 views