Betri fólkaskúli, har ØLL hava rætt at læra.




Betri fólkaskúli, har ØLL hava rætt at læra. Pláss SKAL vera fyri øllum, bæði í fólkaskúlanum og á nám. 


§ 1. 1) Fólkaskúlin er tann almenni skúlin, sum býður undirvísing eftir hesi lóg. 


§ 2. Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.

Stk. 2. Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúp-hugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.

Stk. 3. Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.


§ 3. Innan fyri settar karmar hevur tann einstaki skúlin ábyrgdina av undirvísingardygdini sambært endamáli fólkaskúlans, smb. § 2, og innan fyri hesar karmar ger skúlin av, hvussu hann skipar og leggur sína undirvísing til rættis.


Lógin niðanfyri sigur, at øll hava rætt at læra, men henda lóg verður ikki hildin. Tað eru verri enn so øll, sum læra tað tey skulu. 


Nú hava teir flestu føroyngar gingið í fólkaskúla í 9-10 ár. 


Vit hoyra alt ov nógvar ræðusøgur um, at fólkaskúlin ikki rúmar øllum og hetta má steðga nú!


Eg veit væl, at bæði lærarar og starvsfólk á fólkaskúlum í Føroyum gera sítt allar besta, men hetta er ikki nokk. Fólkaskúlin eigur tí, at fáa hægri raðfesting so øll børn í Føroyum fáa somu fortreytir at læra.


Øll eru ikki líka, og læra vit øll á ymsar mátar. Tað skal vera nógv meira pláss fyri teimum, sum ikki eru líka lærunemm. 


Fólkaskúlalógin leggur eisini upp til hetta, men tað eru verri enn so øll, sum læra tað tey skulu.

Tað skulu verða fleiri lærarir um næmingarnar, so man kann tryggja, at ØLL læra á einum jøvnum støgi!


Útoyggjar skulu raðfestast og fólkaskúlin uttanfyri stóru býunum skulu styrkjast so, at næmingar ikki skulu flyta bústað fyri, at fáa somu fortreytir at læra, sum sínir javnaldrar. 

Hægri lestrarstulur


Lestrarstuðulin er 3903 kr, men eg vil arbeiða fyri, at hann verður væl hægri, so tað verður møðuligt at lesa og liva av studninginum.


Lestrarstuðulin má hækkast munandi! Eitt nú kostar eitt kamar í Tórshavn millum 3000-5000kr. Hetta ger, at lesandi verða noydd at arbeiða við síðunar av skúlagongdini fyri, at fáa endanir at røkka saman.


Tað er ikki rætt, at man áleggur næmingum, ið eru farin undir student ella hægri lestna, at verða tøk í skúlanum frá kl. 08:10 til kl. 15:35 (onkuntíð til kl. 17:00) og síðani leggur heimaarbeiði afturat og síðani vil man, at tey skula klára seg fyri 3903 kr.


Hetta ger, at næmingar blíva strongdir og í summun førum verða trystir úr skúlanum, tí endanir ikki røkka saman.


Vinarliga heilsan Jóna Nicolajsen