Betra umstøðurnar hjá trailarum


Skopunar kommuna arbeiðir í løtuni við at bøta um ferðsluviðurskiftini við flakavirkið í bygdini.


Nógv er broytt síðan flakavirkið bleiv bygt og útróðrarbátanir, sum tá tryggjaðu rávørugrundalagið hjá virkinum, lógu beint undir virkinum og landaðu veiðina.


Útróðurin er ikki tað, sum hann var fyri 50 árum síðani, og virkið, sum upprunaliga var ætlað at taka ímóti eini 1000 tonsum árliga, framleiðir í dag eini 4-5 túsund tons av ráfiski um árið.


Meginparturin av hesum fiski verður fluttur við trailarum bæði til og frá flakavirkinum.


Hetta eru stór akfør - eftir umstøðunum við flakvirkið eru tey øgiliga stór. Tí hevur kommunan nú gjørt ein nýggjan veg, so koyrandi verður av økinum norðanfyri flakvirkið og niðan á Tormansveg.


Hetta verður ein munandi bati, nú trailarnir hvørki nýtast at venda ella bakka á tronga keiøkinum, men kunnu avgreiða síni ørindi og og halda leiðina fram niðan á Tormansveg.







319 views