Barnagarðurin og Økistænastan gjørt samstarvsavtalu


Barnagarðurin á Sandi og Økistænastan hava gjørt avtalu um samstarv í samband við Korona tilbúgvingina.


Sum støðan er nú, eru tað fá børn í barnagarðinum, í hesum sambandi eru starvsfólkini býtt upp í tveir partar, har ein partur er til arbeiðis í barnagarðinum og ein partur er klárur, at hjálpa til á eldraøkinum um tørvur verður á tí.


Frá kommununi fegnast vit um hetta samstarv og takka øllum sum veita eina hjálpandi hond í hesum avbjóðandi tíðum.


Hetta skrivar Sands kommuna á Facebook.

39 views