Barnagarðurin í Gerðinum søkir námsfrøðing



SKOPUNAR KOMMUNA


Námsfrøðingar til Barnagarðin í Gerðinum


Søkt verður eftir námsfrøðingi til avloysarastarv at arbeiða 35 tímar um vikuna. Starvið er í barnagarðsstovu frá 1. Desember 2019 – 30. Juni 2021.


Um vit ikki fáa sett námsfrøðing í starvið, kann hjálparfólk verða sett fyribils.


Í sambandi við, at fleiri børn eru komin í barnagarðin aftan á summarfrítíðina, verður eisini søkt eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða 21 tímar um vikuna frá 7. Oktober 2019, ella sum skjótast aftan á tað. Talan er um avloysarastørv, galdandi til 30. Juni 2020. Annað starvið er í vøggustovuni og hitt starvið er í barnagarðsstovunum.


Um vit ikki fáa sett námsfrøðing í hesi størvini, kann hjálparfólk verða sett í staðin.


Um okkum


Um 40 børn ganga á stovninum, har vit hava eina stovu til vøggustovubørnini og tvær stovur til barnagarðsbørnini. Vit hava eisini møguleika fyri at taka ímóti frítíðarskúlabørnum. Barnagarðurin liggur mitt í bygdini, við stórum spæliplássi rundanum, og stutt er til náttúruna, sum vit brúka nógv. Áir, haga, vøtn, djóralív o.a.


Vit hava ein starvsfólkabólk, sum er samansettur av námsfrøðingum og royndum hjálparfólkum. Og arbeitt verður framhaldandi við at menna starvsfólkini.


Setanarviðurskifti


Løn og setanarviðurskifti eru skipað sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.


Skrivlig umsókn við møguligum prógvi og viðmælum, verður at senda til:


Barnagarðurin í Gerðinum

Tunguvegur 10

240 Skopun

t-postur: gerdinum1@gmail.com


Umsóknarfreistin er 3. Oktober 2019 kl. 12.


Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja til leiðaran á tel. 216202