B71 veitslan verður leygarkvøldið

Endaveitslan hjá B71 er í hondum!
Á skránni er nógv og gott undirhald fyrireikað og stýrt av borðstjóranum hettar ársins kvøld, Hanusi Johannessen.
Matskráin verður:
Asparges suppa til forrætt. Oksakjøt við fløtabakaðum eplum og grønmeti til høvuðsrætt við íslagkøku omaná.
Aftaná, eitt óivað sera stuttligt borðhald, verður góður almennur dansur til út á náttina við Jóannes Jakobsen og Rannvá Vesturklett!
Kostnaðurin fyri bæði borðhald og dans eru ússaligar 250 kr!
Atgongumerkir fáast til keyps á Eldhús og Magn á Sandi, umframt Lonini og Búrhandilinum í Skopun.
Síðsta freist at keypa er í kvøld kl. 22.00!
28 views0 comments