B71 søkir eftir venjarum


Talan er um høvuðsvenjara hjá 1. deild monnum, umframt ein høvuðsungdómsvenjara, ið kemur at hava ábyrgdina av barna- og ungdómsdeildini hjá felagnum.


Seinastu árini hevur felagið verið í gongd við eina uppreisn á øllum økjum, líka frá tí fótbóltsfakliga, til fysiskar karmar, felagsanda, o.a.


Dentur hevur seinastu árini verið lagdur á at takar rættar avgerðir, ið fólkið í felagnum kann standa inn fyri og vita eru varandi, heldur enn at líða undir at stuttskygdar loysnir eru valdar við løtuvinningi fyri eyga.


Av tí sama, so eru vit ógvuliga framkomin á ávísum økjum, meðan nógv arbeiði enn skal leggjast fyri dagin. Grundarlagið er tó rimmarfast og til staðar; stóra takið verður nú tikið við at seta røttu fólkini í røttu størvini.


Les meira her.

0 views