B71'arar fara at spæla innandurafótbólt 24 tímar út í eitt



Dysturin verður spældur í høllini Inni í Dal. Hann byrjar mikudagin 29. mai kl. 15.00 og endar Kristi Himmalsferðardag tann 30. mai kl. 15.00.


Tað er B71, ið skipar fyri tilatakinum tey kalla "Maratonfótbóltur"

Umframt allan tann stuttliga innandurafótbóltin fyri børn, ung, vaksin og gomul, so eru eisini onnur góð tiltøk á skránni, ið hava til endamáls at vinna pening til felagið.


Tombola, vedding, eydnuhjól o.m.a. verður at fara til hesar dagar, umframt maratonkafé við stuttligari spurnarkapping og livandi tónleiki, guðstænastu Kristi himmalsferðardag, morgunmat og brunsj!


43 views