Arbeiðið hevur í seinastuni verið merkt av lekum


Í síðstu viku vóru boraðir 46 metrar til samans. Í alt eru nú boraðir 4.664 metrar, av 10.785 metrum av Sandoyartunlinum. Arbeiðið hevur í seinastuni verið merkt av lekum, sum eru tiptir, eins og at næsta strekkið av vegi verður gjørt í tunlinum, Gamlarætt megin.


Í Traðardali vóru í síðstu viku boraðir 28 metrar. Har eru nú boraðir í alt 2.509 metrar. Á Gomlurætt vóru í síðstu viku boraðir 18 metrar. Har eru nú boraðir í alt 2.155 metrar.

0 views