Arbeiðið er byrja aftur

Arbeiði at bora Sandoyartunnilin er byrja aftur eftir summarfrítíðina. Í síðstu viku vóru boraðir 98 metrar til samans.
Í alt eru nú boraðir 4.936 metrar, av 10.785 metrum av Sandoyartunlinum.
Í síðstu viku vóru boraðir 33 metrar í Traðardali. Har eru nú boraðir í alt 2.596 metrar.
Á Gomlurætt vóru í síðstu viku boraðir 65 metrar. Har eru nú boraðir í alt 2.340 metrar.