Arbeiða heimanífrá


Nú mynduleikarnir, við Løgmanni á odda, hava sett tiltøk í verk ímóti Corona-smittuni og stongt alt tað, ið steingjast kann og restin so dánt sleppur at ana, er ymiskt hvussu fólk hava tikið ímóti boðunum um at brúka vit og skil.


Helst tí tað er so ymiskt hvat vit, hvør í sínum lagi, halda vera vit og skil.


Lat meg siga beinanvegin, at eg haldi tað vera skilagott við "sterkum medisini." Tað svíður og smakkar illa, men sum oftast hjálpir tað.


Á mínum arbeiðsplássi, sum er Mat- og Moldmentanarháskúlin, bleiv handlað skjótt. Næmingarnir fóru til hús í gjáramorgunin og hjá okkum, sum starvast á háskúlanum, er nú so rúmsátt, at tað kann næstan gera tað sama um vit arbeiða einsamøll heima ella á skúlanum - fleiri enn so eru vit ikki.


Í dag mátti eg til Havnar í arbeiðsørindum. Fór norð við Teistanum kl. 12.30. Ikki nógvur trafikkur í dag og fólk sóu út til at uppføra seg skilagott - onki við at troka seg saman. Plagi altíð at fara uppá og fáa mær ein kaffimunn, tá eg ferðist um fjørðin, men tað gjørdi eg ikki í dag, tí SSL hevur boðað frá, at kaffimaskinurnar eru slóktar - av trygdarávum.


Setti meg í niðaru salongina í stýriborð - aftast út í borðið. Har vóru trý onnur fólk í salongini og avstandurin ímillum okkum so stórur, sum hann kundi vera.


Komin til Havnar fekk eg avgreitt míni ørindi - at avlevera eina skjalamappu hjá grannsoðaranum. Hevði avtalað tíð frammanundan, tí har vóru annars øll farin at arbeiða heimanífrá.


Tá bygdafólk fara til Havnar, er tað sjáldan at ikki meir enn eitt ørindi skal avgreiðast - eftirsum mann er í Havn, og bíðitíðin eftir næsta farti skal helst brúkast skilagott.


Soleiðis var eisini hjá mær. Hóast handilin eg skuldi vitja eisini roynir at gera sítt besta, og hevur biðið kundarnar avgreiða síni ørindi á heimasíðuni, so helt eg kortini at míni ørindi máttu vera undantikin - eg skuldi kopiera ein lykil.


Longu á parkeringsøkinum uttanfyri handilin sást, at her vóru nógv sum hildu síni ørindi eisini máttu vera undantikin og máttu avgreiðast persónliga og ikki yvir nakra heimasíðu.


Talan er um ein stóran handil sum ikki bara selur lyklar, men nærum alt sum handverkar og "gør det selv - fólk" hava brúk fyri.


Í handlinum var reiðilig rokan - minti mest um eina rimmar útsølu. Fólk dragsaðu og bóru. Køin við kassan var long, og starvsfólkið hevði úr at gera.


Fyri tað mesta var tað máling, hillar, skrúvumarskinur, lampir, brúsukabinur og tilíkt, sum brúk er fyri, tá mann skal arbeiða heimanífrá í 14 dagar.


Eyðstein













137 views