Annika við í landsliðshópinum




Átta mans og seks kvinnur eru úttikin til føroyska bruttolandsliðið í dart. Manslandsliðið skal til Nordic Cup frá 28. apríl til 5. mai, meðan kvinnulandsliðið skal til Nordic Cup í Esbjerg frá 28. apríl til 5 mai.


Annika Joensen úr Dart Sandoy er millum tær seks sum eru úttiknar til bruttuhópin. Tað er tó ikki vist at hon verður við á landsliðnum. Á landsliðnum verða bara fýra leikarar. Tað merkir at tvær av teimum, sum nú eru úttiknar til bruttohópin verða ikki við.


Endaliga landsliðið verður úttikið 21. mars.


Bruttohópurin sær soleiðis út:

Annika Joensen, Dart Sandoy

Birthe Sikivat, Argja Dartfelag

Joan Edvør Thomasen, Vága Dartfelag

Lydia á Smið, Havnar Dartfelag

Maibrit Hvíthamar, Havnar Dartfelag

Terja Ósa, Klaksvíkar Dartfelag





72 views