Andreas Liebert hevur konsert á Listasavninum



Konsertin verður 20. oktobur kl. 20.00.


Andreas Liebert er týskmaður og tónaskald. Hann vevur saman tíð, rúm og stað, við sínum tónleiki, og roynir hann við sínum gittara, minimalistiska elektroniska ljóði og rødd, at lýsa tey mongu og óstøðugu stigini í lívinum og at fanga smáu observatiónirnar á vegnum.

Tónleikur hansara sá sítt fyrsta ljós í Lübeck í 2014, tá hann gav sítt fyrsta staklag út, "Tümmler", og spældi sína fyrstu konsert. So kom gongd í, og gav hann eitt staklag út afturat árið eftir og síðani eina EP, "Durchgelebt", í 2016. Hesar útgávur førdu til eina rúgvu av konsertum og konsertferðum.

Ávirkaður av Hamburger Schule, skandinaviskum gittartónleiki og Gladbacher list, kemur hann nú, 18. oktobur. út við eini EP afturat. "DUBURG" inniheldur 4 sangir um ymsu skapini av kærleika, pínuna av at missa seg sjálvan, samveruna í at liva í einum samfelag og at koma víðari.


Hetta skrivar Listasavnið á facebook

20 views