Alt vatnið fingið úr tunlinum

Leygarkvøldið var ein størri leki úr einum royndarboriholið Sandoyarmegin. Lekin fylti fremsta partin av tunlinum. Skjótt varð borið at og arbeiðið at tøma tunnilin gekk sera væl, m.a. takkað verið starvsfólkunum á verkætlanini, NCC, sløkkiliðunum á Sandoynni, KJ Hydralik, Tórshavnar Sløkkiliði, Klaksvíkar Sløkkiliði, Hans Egil Joensen, Faroe Ship, Páll Joensen og Finnleif Fagradal, sum veittu vitan, útgerð og fólk. Hetta takka vit teimum fyri.


Um 18 tíðina í kvøld, var alt vatnið fingið úr tunlinum og arbeiði við tunlinum heldur fram.


Í síðstu viku vóru annars boraðir 71 metrar. Í alt eru nú boraðir 3.681 metrar, av 10.785 metrum. Í Traðardali eru boraðir 2.002 metrar og á Gomlurætt eru boraðir 1.679 metrar.

38 views