Alt flagið verður tikið til rættis
Flagið verður nú tikið omanav, har vegurin til Dalstunnilin skal gerast.
Tað er smápartafelagið Nord Engineering í Hvalvík, sum ger arbeiðið. Um einar tvær vikur verður byrjað við stórum maskinum, og tá skal hetta arbeiði vera liðugt.
Flagið verður skorið og lagt á plattar og síðani selt áhugaðum. Talan er um rættiliga stóra nøgd av flagi. Hetta er sera gott flag, og áhugaðir keyparar eru ymsastaðni í landinum, m.a. í Klaksvík, har 450 fermetrar fara til eina verkætlan.