Aftur í ár verður summarskúli í Dali


1.-3. juli. verður summarskúli aftur í Dali.


22 børn í aldrinum 7-13 ár, sum hava ættarbond til Dals, hava meldað til.


Skráin verður áleið tann sama sum undanfarin ár. Tey fara at læra um bygdina og fólkið har býr, vitja kirkjuna, mylnuna, og aðrar bygningar. Tey fara á fjall í áseyðaroyting og at skera torv.


Summarskúlin endar mikukvøldið við hugnakvøldi har foreldur og alt bygdafólki er boðið við.


Stuttligt er hjá dalbingum hesar dagarnar at síggja allan barnaflokkin spæla úti til langt út á kvøldi og fylla bygdina við lívi.


Tað vera feðgarnir Jóannes og Jónleif Johannessen, ið fara at undirvísa. Skúladagurin verður frá 9.00 - 14.00.

38 views