Aðalfundurin hjá B71 útsettur



Aðalfundurin hjá Sandoyar Ítróttarfelag B71, ið var lýstur at verða í morgin 31. mars, er, helst ikki óvæntað, útsettur til týsdagin 21. apríl, kl. 18.00.


Hóast hettar ikki samsvarar við viðtøkunum, ið siga at aðalfundurin skal vera avgreiddur innan 01. apríl, so meta vit at fundurin strangt tikið ikki var viðtøkuførur kortini orsaka av tilmælunum um ikki at savnast í løtuni.


Ístaðin miða vit eftir 21. apríl, kl. 18.00 í fyrstu atløgu. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

- Starvsnevndin