98 metrar boraðir í Traðardali



Eftir at Eysturoyartunnilin var skotin liðugur tann 7 juni, hevur NCC arbeitt við at taka niður og seta í stand útgerðina, sum brúkt var í Eysturoyartunnilin.


Síðan er NCC so smátt byrja at bora í Traðardali. Borivognurin var settur í gongd 4 juli og nú eru í alt boraðir 98 metrar.


Fríggjadagin fer arbeiðið í summarferiu fram til ólavsøkudag, tá byrja verður aftur. Einaferð eftir summarfrítíðina verður eisini byrjað at bora á Gomlurætt.


Hetta skrivar Sandoyartunnilin á Facebook.

0 views