84 metrar boraðir í síðstu viku

Í síðstu viku vóru boraðir 84 metrar til samans. Í alt eru nú boraðir 4.748 metrar, av 10.785 metrum av Sandoyartunlinum. Arbeiðið hevur í seinastuni verið merkt av lekum, sum eru tiptir.


Í síðstu viku vóru boraðir 34 metrar í Traðardali. Har eru nú boraðir í alt 2.543 metrar.

Á Gomlurætt vóru í síðstu viku boraðir 50 metrar. Har eru nú boraðir í alt 2.205 metrar.

28 views