72 metrar boraðir í síðstu viku



Í seinastu viku vóru boraðir 72 metrar av Sandoyartunlinum. Í alt eru boraðir 1.214 metrar, av 10.785 metrum.


Arbeiðið í farnu vikuni var merkt av, at lekar vóru tettir, eins og at eitt størri víkipláss var sprongt undir Sandoynni. Tá slík víkipláss verða gjørd, má skjótast í tveimum, av tí at tunnilin er upp til 16 metrar breiður, í mun til teir vanligu 9,5 metrarnar.


Í Traðardali vóru boraðir 26 metrar. Har eru nú boraðir 844 metrar.

Á Gomlurætt vóru boraðir 46 metrar. Har eru nú boraðir 370 metrar.



31 views