31 fingu bót

Politiið hevur verið í Sandoynni og gjørt ferðslukanningar.
Nógvir bilar blivu kannaðir, og hjá onkrum kom hetta illa við. Ikki bara tí bøtur blivu skrivaðar, men onkur, sum var á veg til arbeiðis í Havn og hevði skund fyri at náa Teistan, bleiv eisini steðgaður.
31 bøtur blivu skrivaðar fyri slitin dekk, lyktir sum ikki vóru í lagi og fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær.
34 views0 comments