3 stig til B71



12. dysturin hjá B71 bleiv í kvøld leiktur móti 07 Vestur, á vøllinum Inni í Dal. Úrslitið bleiv 3-2 til B71.


Hetta var dysturin í 6. umfari, sum annars skuldi verið leiktur í apríl mánað. Á pappírinum sá mótstøðan út til at verða hørð, tí undan dystinum lá 07 Vestur á 3. plássi við 25 stigum meðan B71 lá á 7. plássi við 13 stigum.


Eftir dystin í kvøld liggur B71 á 5. plássi við 16 stigum.


Næsti dysturin hjá B71 er, sambært leikskránni, móti B68 tann 22. juni.

21 views