2988 metrar eftir at bora


Arbeiðið at bora Sandoyartunnilin er nú byrjað aftur eftir páskafrítíðina. Í síðstu viku var arbeitt í ein-skiftisvakt. Lekar og boring fyri pumpubrunnum gera, at framgongdin ikki er so stór máld í metrum frameftir. Í alt vóru boraðir 29 metrar. Nú eru boraðir 7.797 metrar, av 10.785 metrum.


Í Traðardali vóru boraðir 5 metrar. Umframt at sprongt verður fyri einum pumpubrunni. Har eru nú boraðir í alt 4.137 metrar.


Á Gomlurætt vóru boraðir 24 metrar í síðstu viku. Her nærkast eisini ein pumpubrunnur, so tunnilin er breiðari enn vanligt. Hetta er brunnurin, sum er niðri á botni. Tunnilin


Streymoyrmegin er nú niðri á -155,1 metur. Frá Gomlurætt eru nú í alt boraðir 3.660 metrar.

27 views0 comments