25 ár við Eysturbúgvanum


Í dag, 25.07, eru tad 25 ár síðan skip stevndi út av Sandsvág. Skipið hevði júst fingið nýtt navn og nýggjan heimstað. Eysturbúgvin, heimahoyrandi í Dali. Kvøldið fyri hevði Eysturbúgvin verið inni á Húsavíkini og heilsað upp á bygdafólkið, og sum mær er fortalt var móttøkan bæði stór og rørandi. Tí umboð henda summardagin í 1994 vóru nemliga tveir húsavíksingar, brøðurnir Bjarki og Bergur, vanliga nevndir babba og gubbin.


Uppi á kaikantinum, saman við fleiri øðrum, stóðu tríggjar smágentur saman við mammu sínari. Ikki mundu tær ána, hvat handa løtan hevði at týða og ómøguliga kundu tær spáa um, hvat framtíðin hevdi at bjóða hesari manning, ið nú fór sín fyrsta túr við nýkeypta farinum. Men í dag, 25 ár eftir, kunnu vit siga við ein munn, hvussu pávastóltar vit eru av teimum, sjálvsagt serliga teimum báðum, ið vit vara av. Men ikki høvdu teir gjørt nakað einsamallir.


Í dag kunnu teir tískil hátíðarhalda sín 25 ára starvsdag. Í 25 ár hava teir, saman við øðrum, rikið fyritøku, ið hevur tænt okkum sum familju og mongum familjum við okkum. Eisini munnu bæði heimbygd og oyggj hava merkt ágóðan av teirra virkisfúsi. Arbeiðið steðgar tó ikki her, tí spurdur um, nær hann ætlar sær at leggjast uppi á landi, er babba sera kúrrur og situr bert við einum skálkabrosi.


Góði babba og gubbin, hjartaliga tillukku á 25 ára starvsdegnum. Vónandi og væntandi leggjast fleiri ár afturat starvsárunum umborð á Eysturbúgvanum.


Ynskja tríggjar stoltar døtur og gubbadøtur.

0 views