2-1 til B71



7. umfar í 1. deild hjá monnum bleiv leikt í dag.


B71 spældi á vøllinum inni í Dal móti B68 og úrslitið bleiv 2-1 til B71.


B71 liggur nú á 5. plássi í landskappingini við 11 stigum fyri 7 dystir.


Næsti dysturin hjá B71 er sambært leikskránni móti NSÍ á útivølli tann 16. juni.



Um dystin skrivar heimasíðan hjá B71:


Klóra okkum uppeftir

Ein turbulent vika er nýliga farin afturum, har vit tíbetur sluttaðu av við sigri ímóti FC Hoyvík, har vit stjólu øll stigini í seinastu løtu. Í kvøld gjørdu vit tað aftur!

Tað vilja nokk vera summi sum fara at halda tað vera óvæntað at B71 koppaði B68 í kvøld inni í Dal og tað er møguligt at B68 vóru lítlir favorittar frammanundan. Hinvegin, so hevur besta mansliðið funnið stevið meir og meir eftir eina svingandi byrjan. 1. hálvleikur bar eisini brá av at vera taktiskur og B71 tóktis liggja djúpt og kompakt og bíðaðu eftir møguleikanum at bróta. Hettar virkaði eisini til fulnar í øllum førum stórar partar av fyrra hálvleiki og B68 hevði sera trupult við at finna vegin ígjøgnum verjuketuna.

Tað koma ikki nógvir møguleikar í fyrra hálvleiki. Clayton Soares hevur ein tann besta møguleikan beint fyri hálvleiksbríksl, tá hann móttekur bóltin beint frammanfyri málinum eftir gott samanspæl, men fær ikki nakað skot á bóltin, ið trillar útum til málspark. Tað sær gott út hjá B71, ið stýra væl, men hálvleiksstøðan er 0-0.

Seinni hálvleikur byrjar heldur illa fyri okkara viðkomandi. Meðan fyrri hálvleikur var disiplineraður og varin, so sleppur B68 eitt sindur kloddasliga at leggja seg framum beint eftir at dómarin hevur bríkslað dystin í gongd aftur.

Eitt gott kvarter fylgir so í kjalavørrinum á málinum, har B71 næstan ikki fær nakað at hanga saman. B68 trýstir okkum í botn og tað er nógv óskil hesa løtuna. Vit skulu kanska kenna okkum eitt sindur hepnar at vit ikki lótu fleiri mál inn um hettar mundi. Spakuliga byrja okkara tó at vaksa í sjálvsálitið aftur og enn eru nógvir minuttir eftir at spæla. Eftir nakrar góðar støður og eitt vaksandi betri tak á dystin, so kemur loksins gjøgnumbrotið í 63. minutti. Alvi Jespersen spælir bóltin inn á miðjuna til Jónas Warner, ið leggur hann útaftur á vongin til Gustav Wassman, ið sær at Símin er klárur at móttaka bóltin beint uttanfyri sekstanmeturin. Danin ger skjótt av og smekkar eina flotta sending avstað og Símin velur eitt plaseringskot fyrstu ferð við innarusíðuna. Vanvid, men tað riggar til UG. Bólturin flýgir forbí málmann og stong og so er knappliga 1-1. Eitt fornemt mál og tað er týðiligt at Símin kann tá hann vil!

Nú broytist dysturin fullkomiliga. Alt er víðopið og B68 byrja at spæla meira nervøst. B71 leikararnir fylgja næstu nógvu minuttirnar aftaná hvørjum einasta toftamanni á vøllinum; líka út á ves!

Trýstið og disiplineraða spælið gevur eisini úrslit í 82. minutti, tá vit vinna bóltin og fara í álop. Jónas Warner spælir Kristian Krog Hentze, ið er ein móti ein ímóti verjuleikara, hann trekkir inn og skýtir, Clayton er sum ikki einaferð klárur til returin og so er støðan knappliga 2-1 til heimaliðið og restina av 2. hálvleiki var ein naglabítari.

Dómarin heldur gott skil á dystinum í dag, serliga tryggur er hann í fleiri rópum um straffi frá B68, ið so frægt man dugdi at síggja, ikki høvdu serliga nógv uppá seg. Útivallaliðið velur tó at brúka seinastu løtuna uppá at pumpa langar bóltar frameftir í sekstanmeturin og tað elvir til nakrar nervøsar støður, har vit ikki eru tryggir nokk at beina bóltin burtur. Heilt ímóti endanum eydnast tað enntá at skjóta bóltin á stongina, men tíbetur var tað stong út í hesum førinum.

B71 fær endiliga fatur aftur á bóltinum í yvirtíðini og megnar at halda fast í honum til dómarin bríkslar av fyri seinastu ferð og staðfestir ein týdningarmiklan sigur til sandoyingar!

Here we go again

Vit hava júst leikt eina strævna viku við 3 dystum uppá 7 dagar og best sum man helt man fekk pustirúm, so skulu vit aftur leika 3 dystir, hesu ferð fáa vit tó 8 dagar. Dystur í dag, fríggjadagin ímóti B68, útivalladystur í Runavík ímóti NSÍ týskvøldið, síðani KÍ á heimavølli næsta leygardag. Ongin segði tað skuldi vera nemt, men í ár hava vit kanska ein tann breiðasta hópin í longri tíð, at standa ímóti við, so tað er gleðiligt.

Leikarar kunnu nokk vænta nakrar neyðugar broytingar viðhvørt orsaka av dystarbyrðuni, men eitt sum gongur sjón fyri søgn hesa seinastu tíðina er at liðið er við at útviklað ein spælistíl. Tað kenst sum vit hava mangla ein ordiligan reyðan tráð nokkso leingi, men leikararnir síggja út til at leggja seg eftir at útføra sín leiklut til fullkominleika hvørja ferð teir fara út á vøllin. Tað er ikki altíð tað riggar sum ætlað, men man sær at okkurt er við at koma uppá pláss. Vónandi er tað ikki bara eitt uppløb. Menn virka klárir og vilja kempa hart fyri hvønn einasta bólt. Harafturat gera teir ikki líka nógvar býttar feilir sum man onkuntíð hevur sæð og ein onnur avleiðing av hesum er at man er tryggari í trúnni um at hóast B71 fer afturum, so er tað ikki endin av verðini. Liðið hevur format at takla mótgongd uttan at eksplodera og lata alt fara fyri skeytið.

Vit skulu ikki selja skinnið fyrrenn bjørnin er skotin, men vit skulu eisini vísa á tað góða tá vit síggja tað. Gongdin beint nú er sera jalig og skal absolutt halda fram á sama hátt. Vit skulu royna at fáa maksimalt burturúr øllum dystum og tá tað so ikki riggar av og á, so skulu vit savna kreftirnar saman aftur og koyra hart á næstu ferð.

Ein dagur er aftur í morgin. Umaftur og umaftur og umfatur. Dagurin í dag var hinvegin heilt og aldeilis fantastiskur!

Hjartaliga tillukku og drívið á B71!





53 views