156 metrar boraðir í síðstu viku



Í seinastu viku vóru boraðir 156 metrar av Sandoyartunlinum. Í alt eru boraðir 1.483 metrar, av 10.785 metrum.


Benið í tunlinum í Traðardali er nú 15,4 metrum, omanfyri sjóvarmálan, meðan tunnilin á Gomlurætt er á -11,8 metrum. Tunnilin í


Traðardali byrjar umleið 50 metrum omanfyri sjóvarmálan, meðan á Gomlurætt byrjar tunnilin á umleið 5 metrum omanfyri sjóvarmálan.


Tunnilin Sandoyarmegin verður umleið 3 km. langur, áðrenn tunnilin fer út undir Skopunarfjørð. Á Gomlurætt er tunnilin áleið 1,5 km. langur, áðrenn tunnilin fer undir Sugguna í Kirkjubø.


Í Traðardali vóru boraðir 93 metrar. Har eru nú boraðir 994 metrar.

Á Gomlurætt vóru boraðir 63 metrar. Har eru nú boraðir 489 metrar.

154 views