14 ung í arbeiði í Skopun

Skopunar kommuna skipar eisini fyri átakinum "Ung í arbeiði."
14 ung høvdu sín fyrsta arbeiðsdag í Skopun í dag. Tá vit vitjaðu í Skopun í morgun vóru tey longu farin í sving.
Nøkur arbeiddu niðri á havnalagnum, nøkur reinsaðu mosa og hampaðu Kirkjutorgið, og ein bólkur reinsaði vegkantarnar norðanfyri Búrhandilin.
"Ung í arbeiði" endar tann 19. juli.
47 views0 comments