14 listakvinnur í Virkinum


Í hesum døgum halda 14 danskar listakvinnur til í Virkinum á Sandi, og í dag høvdu tær opið fyri vitjandi, har høvið var at síggja hvat tær arbeiddu við og at fáa ein kaffimunn og eitt prát.

Tað er Ingrid Møller, sum stendur fyri tiltakinum. Ingrid arbeiddi í Føroyum eitt skifti í 80'unum og hevur síðani tá vitjað aftur á hvørjum ári.


Seinastu 10 árini hevur hon skipað fyri málara-túrum til Føroyar, og hetta er annað árið á rað at tær halda til í Sandoynni.


Tá vit vitjaðu í Virkinum í dag, bleiv arbeitt við stórum abstrakum málningum, við vatlitsmyndum og við smærri myndum har allir smálutirnir vóru tiknir við. Spurdar hvat var so hugtakandi við Føroyum, var svarið - ikki heilt óvæntað: "Farverne er jo helt fantastiske."


Hesa vikuna hava 14 kvinnur verið við, harav nakrar hava verið við fleiri ferðir, og í næstu viku kemur eitt nýtt hold.




55 views