121 ára gamli "Svanurin" pussaður upp


Svanurin er smíðaður í Nólsoy í 1898.


Í 1901 keyptu brøðurnir Antines á Føtti og Dánial á Breyt bátin. Svanurin er lættur, 3 manns drógu hann lættliga, og tí bleiv hann eisini nógv brúktur, serliga til styttri túrar á vikini og til at dyrgja við.


Fyrrapartin í 70'unum, tá teir flestu árabátarnir fingu leysamotor, valdu Fløtta- og Breytamenninir at byggja nýggjan bát, og síðani tá hevur hesin báturin bara verið flotaður hendinga ferð.


Hóast hann altíð hevur staðið væl í góðum neysti og viðurin enn er púra frískur, trongdi hann nú til nakað av viðlíkahaldi. Hann hevur tí verið í bátasmiðjuni hjá Jóan Peturi, har hann er seymaður av nýggjum og annars okkurt smávegis er gjørt við hann.


Spurdur hvat nú skal henda vil bátinum, sigur Andru, at tað verður ikki annað enn at seta hann aftur í neystið.


75 views