1142 metrar boraðir



Í seinastu viku vóru boraðir 80 metrar av Sandoyartunlinum. Í alt eru boraðir 1.142 metrar, av 10.785 metrum. Arbeiðið í farnu vikuni var merkt av, at lekar vóru tettir á báðum síðum í tunlinum.

Í Traðardali vóru boraðir 45 metrar. Har eru nú boraðir 818 metrar.

Á Gomlurætt vóru boraðir 35 metrar. Har eru nú boraðir 324 metrar.

0 views