1. stýrimaður til Hasfjord



40,7 metur langa farmaskipið frá 1975 er nýtt í føroyskum sjógvi. Skipið hevur sum høvuðsendamál at føra tungan farm um Skopunarfjørð. Umframt farmaflutning, so hevur farmaskipið ferðafólkaloyvið til 12 ferðafólk. Søkt verður í hesum sambandi eftir einum ábyrgdarfullum 1. stýrimanni (M/K) til Strandfaraskip Landsins at byrja í fulltíðarstarvi sum skjótast.


Tú byrjar umborð á farmaskipinum Hasfjord, men kann verða flutt/ur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Hasfjord er dagliga farleiðin Gamlarætt-Skopun. Ein arbeiðsvika er 45,5 tímar, og umstøður eru at búgva umborð.


Tínar høvuðsuppgávur eru at: • Hava eftirlit við, at trygdin er í tráð við føroysk og altjóða krøv, og harundir ábyrgd av at ferðafólk og manning kenna seg tryggan umborð • Veita skipsleiðsluni ein skilagóðan dagligan rakstur • Avloysa skiparan um neyðugt • Fremja viðlíkahald og leypandi meta um tørvin fyri viðlíkahaldi umborð • Seta upp mannagongdir fyri viðlíkahald og dokking • Tryggja gott samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði


sum 1. stýrimaður vænta vit, at tú hevur: • Sjóvinnubræv sum vakthavandi stýrimaður (Watchkeeping officer) – STCW reg. II/1. • Heilsuváttan (bláu bók) • Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1 • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn • GMDSS GOC • Sjúkraviðgeri umborð á skipum


Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur FRB, §16 skeið, og MES skeið.


Onnur viðkomandi krøv Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólki á føroyskum ella donskum og enskum.


Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook, Pre-Master og Sharepoint.


Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.


Setanar- og lønarviðurskifti Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Starvið er lønt í lønarflokki 2.


Umsókn Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara, á teldupost eyj@ssl.fo ella til:


Strandfaraskip Landsins Sjógøta 5 Postrúm 30 FO-810 Tvøroyri


Umsóknarfreistin er mikudagin 25. mars 2020 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til manningasamskiparan, Páll Heri Nolsøe, á tlf. 293024 ella við at senda ein teldupost til pan@ssl.fo.


Um Strandfaraskip Landsins Strandfaraskip Landsins (SSL) er landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL umsitur 28 farleiðir, har av 8 oyggjaleiðir og 20 bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hevur SSL 8 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið fyri 2019 var umleið 1,2 mió. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til um 120 ársverk.