1. mai kemur fyrsti El-bussurin

Komandi 7 árini verða bussarnir í Bygdaleiðum meira umhvørvis- og atkomuvinarligir á Sandoynni og á Suðuroynni. Á Sandoynni verður fyrsti eldrivni bussurin tikin í nýtslu tann 1. mai 2020.
Samlaða metingin av boðum upp á busskoyringina hjá Bygdaleiðum á Sandoynni (pakki 4) og á Suðuroynni (pakki 5) vísir, at bestu boðini vóru:
Sp/f Handilshúsið, pakki 4 (leiðirnar 600 og 601)
Suðuroyar Bygdaleiðir Sp/f, pakki 5 (leiðirnar 700 og 701)
15. mai í ár varð kunngjørt, at Landsstýrið hevði avgjørt, at Sandoyggin, pakki 4, skal verða eitt menningarøki fyri grønari orku.
Hetta skrivar SSL á heimasíðuni.
37 views0 comments