Úrslitið sigur lítið um leikgongdina


Tey sum ikki vóru inni í Dal í gjárkvøldi fara sikkurt at hyggja at úrslitinum 2-7 og hugsa at B36 koyrdi sigurin trygt og gott heim. Veruleikin er tó at B71 spældi fult upp til eitt ósannførandi B36 lið í 1. hálvleiki, har støðan enn bert var 1-2, umframt væl inn í 2. hálvleik. Ivaleyst var tað orkan sum gekk undan tá avtornaði, men tað skuldi ein tími til áðrenn B36 skorar triðja málið og hóttanin um javnleikin hvørvir eitt sindur.


Les dystarfrágreiðingina her.

43 views