Óvist hvussu verður við Sandoyarsiglingini

Eftir ætlan skuldi Teistin fara á beding í morgin. Eftir somu ætlan skuldi Ternan setast í sigling um Skopunarfjørð meða Jósup skuldi røkja Nólsoyarleiðina.
Hetta kunngjørdi SSL fyri nøkrum døgum síðani.
At nólsoyingum ikki dámdi ætlaninar sum vóru lagdar á Tvøroyri átti ikki at komi óvart á nakran.
Í dag hava nólsoyingar gjørt bart. Tá Ternan seinnapartin í dag kom til Nólsoyar bleiv hon "tikin." Ternan bleiv bundin væl og virðiliga, so hon ikki sleppur úr aftur Nólsoy.
Á SSL bleiv avgjørt ikki at koyra portrið niður og tí sita 40 fólk gíslar umborð. Hetta hevur verið støðan í einar fimm tímar.
Einki frættist frá SSL um hvat ætlanni nú er, og hvussu verður við siglingini í morgin.
90 views0 comments