Óvanliga stórur leiki í tunlinum

Í gjárkvøldi rendu teir seg í ein óvanliga stóran leka í Sandoyartunlinum.
Vanliga verða fýra royndarhol borða fyri vita hvat er fyri framman, og tað er ikki óvanligt at renna seg í lekar, sum síðani verða tettir við betongi áðrenn arbeitt verður víðari.
Lekin í gjárkvøldi var bara nógv størri enn vanligt - so stórur at pumpurnar ikki kláraðu at halda lens. Tí vóru boð send eftir meira útgerð. Sløkkilið í Sandoynni eru og hjálpa til við arbeiðinum og útgerð er eisini komin suður við Teistanum í morgum.
Mett verður at lekur einar 2-3 túsund litrar um minuttin.
91 views0 comments