Ógreitt hvussu Korona fer at ávirka arbeiðið



Í síðstu viku vórðu boraðir 91 metrar av Sandoyartunlinum. Í alt eru nú boraðir 3.444 metrar, av 10.785 metrum. Hetta svarar til 32%.

Í Traðardali vórðu boraðir 33 metrar, umframt vendi pláss. Har eru nú boraðir 1.869 metrar. Á Gomlurætt vórðu boraðir 58 metrar. Har eru nú boraðir 1.575 metrar.

Lekar ávirkaðu arbeiði, sum annars gekk væl. ì løtuni er ikki heilt greitt, hvussu korona sóttin fer at ávirka arbeiði komandi tíðina.

92 views