"Í kvøld fara vit at sovna væl"
Soleiðis segði ein av luttakarunum á gongutúrinum í Dysjarnar og á Tind í dag, tá vit hittu tey á Brekkuni Stóru, har gongutúrurin endaði seinnapartin.
Túrurin byrjaði við Hálsavøtn kl. 10.30 í morgun.
Tað vóru 34 fólk við á túrinum, sum bleiv gjørdur í fínasta veðri. Ferðaleiðarar vóru Torkil Dalsgaard og Hanna á Reynatúgvu, og tað vóru eisini tey bæði, sum saman við Sandoyar Kunningarstovu løgdu túrin til rættis.
Spurdur um tað verða fleiri slíkir túrar í summar sigur Torkil, at tað er ikki heilt óhugsandi, men vil kortini ikki lova nakað her og nú.
51 views0 comments