Í Fjalsdali - ikki í Traðardali

Ein av okkara lesarum hevur gjørt vart við at ferðsluljósini eru ikki í Traðardali, men í Fjalsdali.
At bland er komin í nøvnini, stavar ivaleyst frá útvarping av fótbólti, heldur lesarin.
Hetta blandi - ella misskiljingin, er eftihondini so gomul at nógv eru, sum ikki hava hoyrt um Fjalsdal. Markið millum Traðardal og Fjalsdal, er Dalsá. Tunnilsmunnin er eystanfyri ánna - also í Traðardali, meðan landsvegurin er vestanfyri ánna - also í Fjalsdali.
Hví henda misskiljingin ongantíð er rættað aftur er ilt at siga, men tað er kortini ikki ov seint at brúka rætta navnið aftur.
65 views0 comments