Árni Dalsgaard: Vit vóna at liva og yvirliva


Føroyska Sjómansmissiónin hevur vitja - og hildið møti umborð á uppisjóarskipinum Katrin Jóhonnu. Her er eitt prát við skiparan, Árna Dalsgaard.


Vit høvdu onkrar smávegis trupulleikar við maskinarínum, tá vit komu við skipinum fyri góðum ári síðani. Men síðani, tað varð rættað, hevur skipið riggað væl, tíbetur. Gongdin í fjør var í lagi, men kvotan er so mikið lítil, at vit mugu hugsa okkum væl um, so vit fáa so nógv sum gjørligt burtur úr kvotuni.-

Tað sigur Árni Dalsgaard, skipari, og ein av eigarunum á Katrin Jóhannu.


Vit vita ikki rættiliga, hvussu framtíðin sær út, men sum tað ljóðar á politikkarunum, so vóna vit at varðveita menningarkvotuna. Hon er í so lítil, og tí vóna vit at fáa nøkur tons afturat, so vit kunnu liva og yvirliva,- sigur hann.


Vit fiskaðu makrel í januar og ætla nú at fara á svartkjaftaveiðu. Veðrið hevur verið sera vánaligt, so vit hava ongan skund. Skipið skal eisini á beding í Havn, har okkurt smávegis viðlíkahald skal gerast, sigur Árni.


Í vikuni var møtið umborð á Katrin Jóhannu, sum KFV filmaði, og sum skal vísast í mars.Teimum umborð á Katrin Jóhannu og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.


Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

112 views