sun. 26. jan. | Listasavnið

Ólavur Jacobsen á Listasavninum

Sunnudagin 26. januar kl. 16 verður konsert á Listasavninum á Sandi. Tað er gittarleikarin Ólavur Jakobsen, ið fer at hava sologittarakonsert. Hann fer at framføra nøkur av teimum verkum, ið hann eisini fer at spæla á NJORD Biennaluni í Keypmannahavn 1. og 2. februar.
Registration is Closed
Ólavur Jacobsen á Listasavninum

Tíð og stað

26. jan. 2020, 16:00
Listasavnið, Sandur, Faroe Islands

Lýsing

Sunnudagin 26. januar kl. 16 verður konsert á Listasavninum á Sandi. 

Tað er gittarleikarin Ólavur Jakobsen, ið fer at hava sologittarakonsert. Hann fer at framføra nøkur av teimum verkum, ið hann eisini fer at spæla á NJORD Biennaluni í Keypmannahavn 1. og 2. februar. 

Ólavur heldur bert eina konsert áðrenn hann fer á konsert ferð og tað er á Listasavninum á Sandi, kostanaðurin  er 60 kr fyri vaksin.

Tónleikurin er í høvuðsheitum skrivaður av føroyskum tónaskøldum til júst gittarin hjá Ólavi seinastu 15-20 árini. Men eisini eldri tónleikur eftir Jógvan Waagstein og William Heinesen, ið Ólavur sjálvur hevur lagt til rættis fyri gittara, er á skánni.  

Tónleikurin hjá Sunleif Rasmussen er sjálvandi eisini á breddanum, nú vitjað verður á Sandi. Stóra sologittar-suitan hjá honum, ið skrivað varð í 2008, verður framførd í sini heild við elektronikki sum viðleikara.

Eisini hoyra vit tónleik eftir kubanska gittarleikaran Leo Brouwer.

Ólavur fer at greiða frá um tónleikin á konsertini, so heildarupplivingin gerst enn betri. Solokonsertin hjá Ólavi í Listasavninum á Sandi er hin einasta í Føroyum innan konsertferðina til Danmarkar og NJORD Biennaluni í februar. Konsertin byrjar kl. 16 og varir slakan tíma. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Deil